Aðalfundur Glymurs
Tann 31. okt. 25 var aðalfundur Glymurs hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Av tí, at kórið ikki longur er undir kvøldskúlaskipanini var neyðugt at broyta viðtøkur kórsins. Samtyktu viðtøkurnar kunna lesast her
Á aðalfundinum bleiv nevndin mannað (ella kvinnað) við tveimum nýggjum nevndarlimum.
Tað eru tær báðar Barbara Ingolfsdóttir Højgaard og Gunvør Jonsdóttir, sum hava tikið við eftir Róar T. Hansen og Sigrun Wardum. Nevndin ynskir teimum nýggju vælkomnum, og takkar samstundis teimum báðum fráfarnu fyri valaarbeiði.
Kórleiðslan sær nú soleiðis út:
Forkvinna: Ásta Borgarlíð Tlf: 219332
Peningarøkil: Annika Borgarlíð. Tlf: 598687
Nevndarlimur: Barbara I. Højgaard Tlf: 274647
Skrivari: Gunvør Jonsdóttir Tlf: 226896
Tiltakslimur: Heidi Borum Davidsen
Kórleiðari: Hans Olivur Joensen Tlf: 213197
Grannskoðari: Rannfrí Vang
Nevndin vil takka øllum, sum hava stuðlað kórinum gjøgnum árið. Uttan tykkum vóru møguleikarnir at virka als ikki so líkatil.
Hesi hava latið fíggjarligan stuðul:
– Føroya Kirkjugrunnur
– Hiddenfjord / Luna
– Klintra
– Tórshavnar Kommuna
– AMMR
Umframt nevndu stuðlar takka vit eisini hjartaliga øllum teimum, sum hava latið eitt oyra, tá vit hava framført til konsertir og onnur tiltøk.
Glymur søkir sangarar
Komið og syngið við Glymi 🤩
Til komandi sangár, sum byrjar í septembur, síggja vit fram til at fáa nýggjar kórlimir. Vit ynskja styrk til allar røddir, tó mest mannfólkarøddir.
Set teg í samband við okkum gjøgnum funkuna “Samband” ella teldupost korid@glymur.fo. ella ring til onkran í nevndini.
Rútmisk
&
rúmligt
Glymur er rútmiskt kór, sum er opið fyri øllum aldrum.
Felags
sang-
gleði
Fyri ung sum eldri, kvinnur og menn, úr øllum stættum.
Skemt
&
álvara
Vit hava tað stuttligt, meðan vit fáa tað besta burturúr.
Bílegg kórsang til tiltøk
Glymur syngur fegin til ymisk almenn og privat tiltøk so sum føðingardagar og aðrar merkisdagar.
Ring til onkran av nevndarlimunum ella kórleiðaran og greið frá tínum ynski, so finna vit eina loysn saman.
Til ber eisini at skriva í funkuna SAMBAND.

Um okkum
Glymur var stovnað av eldsálum í 1983. Í kórinum eru umleið 30 sangarar úr øllum aldurs- og samfelagsbólkum. Kórið syngur mest rútmiskar sangir. Bæði føroyskar og útlendskar, men hevur eisini nakrar meira siðbundnar sangir á skránni.
Kórið er virkið frá sept. til juni. Vikuligi venjingardagurin er mikukvøld millum kl. 19.00 – 21.15. Onkuntíð er brúk fyri eykavenjingum, sum kunnu falla í vikuskiftum ella aðra tíð, sum passar inn hjá kórleiðara og sangarum.
Venjingarstaðið er tónleikastovan í Skúlanum við Løgmannabreyt. (Vit ganga inni á leistum ella í inniskóm).
Limagjaldið í løtuni er kr. 1000,- við møguleika at gjalda í tveimum.
Fólk við áhuga í kórtónleiki eru vælkomin at seta seg í samband við kórleiðara ella nevnd antin við telefon, telduposti ella funkuni “Samband”.
Sum limur kann tú vænta

Venjing
Kórið venur hvørt mikukvøld kl. 19.00 – 21.15 á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Konsertir
Kórið byrjar árið í septembur og plagar at enda við luttøku á Mentanarnáttini í Havn fyrsta fríggjadag í juni.

Sosial tiltøk
Kórstevnur, venjingarlegur og konsertferðir eru av og á. Kórið stendur fyri G! Vallaraheiminum.
Viðmæli
Dóttir okkara situr og syngur og jammar saman við tykkum.

Herligur sangur

J O
Tusind tak for en dejlig koncert.
Det gjorde I godt!
Det var næsten som at være der selv, selvom jeg sidder i min stue i Nyborg.
Jeg var især glad for et genhør med en af mine absolut yndlingssange fra min egen korte tid i Glymi, “Kavin kom í morgun”. Gleiðilig jól.![]()
B P
Takk fyri henda festliga sang. Ársins summarhit!
E L O
Kære alle i Glymur…tusind tak for en dejlig lørdag… til sang og en fantastisk hyggelig fest… vi håber at kunne gøre gengæld her i DK det kunne være rigtig hyggeligt.
Jacob Kjær Larsen, formand APOC
Thank you for a wonderful concert. Personally, I was thrilled to hear carols in English that I had grown up singing in my church choir in India. Well done!
K V
Hey you guys, great job! I wrote the original version a couple of years ago. I just recorded a new version of the song and will release it soon. Keep on singing and enjoy the summer! All the best
Daniel
Set teg í samband við okkum!
Hevur tú spurningar? Vilt tú vera limur?
Kanska tú vilt bíleggja okkum til eitt tiltak?
Trýst á knøttin

